Navn felagsins er Magistarafelag Føroya. Heimstaður felagsins er Føroyar.
Endamál Magistarafelags Føroya er at virka fyri góðum, tryggum og mennandi arbeiðs- og lívskorum hjá limum felagsins við:
1. at umboða og verja áhugamál limanna í øllum viðkomandi arbeiðsmarknaðar- og sáttmála viðurskiftum
2. at umboða og verja áhugamál limanna í øllum viðkomandi yrkisligum, fíggjarligum og sosialum viðurskiftum
3. at arbeiða fyri, at limirnir fáa høvi at varðveita og menna sín yrkisførleika
4. at vinna vísindum og akademiskum førleika best møguligan frama og sóma í samfelagnum
5. at styrkja samanhaldið í limaskaranum og stimbra til førleikameðvit á høgum støði bæði yrkisliga og siðsemiliga
2. stk. Felagið røkkur endamálinum gjøgnum egið virksemi, samstarv við onnur feløg og við møguligum limaskapi í yvirskipaðum yrkisfelagsskapi. Tað kann verða latið upp í hendurnar á serskildum yvirskipaðum yrkisfelagsskapi at røkja áhugamál felagsins.
Kandidatlimur (vanligur limur) er:
1. Kandidatur við akademiskum prógvi frá viðurkendum hægri lærustovni.
2. Eftir samtykki nevndarinnar kann persónur, ið ikki lýkur treytirnar í stk. 1, í undantaksføri, gerast limur, um hann røkir fast starv, sum í vanligari fatan hoyrir til tann arbeiðsmarknað ella tað sáttmálaøki, ið Magistarafelag Føroya virkar á. Umsøkjari hevur rætt til at fáa umsóknina lagda fyri aðalfund felagsins til endaliga støðutakan.
Hvílandi limir:
Limur, sum gevst at arbeiða, fer í farloyvi uttan løn, ella gerst arbeiðsleys/ur, kann við skrivligari umsókn
skrásetast sum hvílandi limir. Umsóknin skal góðkennast av nevndini.
Lesandi, ið lýkur treytirnar fyri limaskap, kann søkja um at verða skrásett/ur sum hvílandi limur.
Limur, sum er givin at arbeiða í einum av sáttmálaøkjum felagsins, kann undir serligum umstøðum
skrásetast sum hvílandi limur.
Hvílandi limur hevur talurætt á aðalfundi felagsins, men er ikki valbærur og hevur ikki valrætt.
Nevndin tekur avgerð, um limi skal veitast ókeypis løgfrøðiliga hjálp í trætum viðvíkjandi
arbeiðsmarknaðarviðurskiftum.
Aðalfundurin ásetur limagjald fyri hvílandi limir.
Heiðurslimur:
fólk, ið hevur gjørt serskilt avrik í strevan fyri áhugamálum felagsins, kann verða tilnevnt heiðurslimaskap í Magistarafelag Føroya. Fyri at tilnevna heiðurslim krevst samd nevndarviðtøka. Heiðurslimur hevur vanligan atkvøðurætt og valbæri í felagnum.
1. Felagið verður stýrt av nevnd við fimm limum. Nevndin er viðtøkufør, tá ið tríggir nevndarlimir eru møttir á nevndarfundi. Nevndin kann felagsins vegna siga upp sáttmálan við avtalupartarnar á arbeiðsmarknaðinum.
2. Nevndin kann skuldbinda felagið fíggjarliga, um formaðurin/forkvinnan skrivar undir saman við tveimum nevndarlimum. Hevur viðkomandi forfall, kann kassameistarin skriva undir saman við tveimum øðrum nevndarlimum. Verður føst ogn keypt, seld ella pantsett ella á annan hátt sáttmálabundin, er neyðugt, at tveir limir saman við formanninum/forkvinnuni skriva undir. Til keyp, sølu og pantseting av fastari ogn krevst aðalfundarsamtykki.
3. Nevndin hevur ábyrgd av, at ognir felagsins, sum ikki eru neyðugar í dagliga rakstrinum, verða tryggiliga varðveittar. Reiður peningur, sum ikki skal nýtast beinanvegin, skal setast í føroyskan peningastovn, virðisbrøv ella lánsbrøv við lágum rentu- og kredittváða.
Aðalfundurin er hægsti myndugleikin felagsins og verður hildin í seinasta lagi 1. mai. Aðalfundurin skal fráboðast limunum skrivliga fjúrtan dagar fyri fundin, og verður hann hildin við hesi skrá:
1. Val av fundarstjóra og skrivara
2. Frágreiðing frá nevndini
3. Framløga av grannskoðaðnum rokn-skapi
4. Áseting av limagjaldi
5. Val av nevndarlimum og tiltakslimum
6. Innkomin mál
7. Ymiskt
Annaðhvørt ár standa tveir nevndarlimir og ein tiltakslimur fyri vali og annaðhvørt ár tríggir nevndarlimir og ein tiltakslimur. Innkomin mál skulu verða nevndini í hendi eina viku áðrenn aðalfundin.
Nevndarlimir og tiltakslimir skulu umboða í minsta lagi trý arbeiðspláss. Nevndin skipar seg sjálv við formanni, skrivara og kassameistara. Felagið verður bundið við undirskrift formansins og kassameistarans.
Aðalfundurin er altíð viðtøkuførur, og avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta.
Eykaaðalfundur verður hildin, tá ið nevndin heldur tað verða neyðugt ella í seinasta lagi 3 vikur eftir, at í minsta lagi 10 limir skrivliga hava kravt tað, ella meirilutin av limunum á einum arbeiðsplássi krevja tað.
Um nevndin metir, at limur ikki heldur lógina ella tær starvsligu samtyktirnar, kann nevndin koyra limin úr felagnum, um øll nevndin er samd.
Stk 2. Um limur ikki hevur goldið limagjald, og eftirstøðan verður fyri meira enn 3 mánaðir:
a. hevur felagið ongar skyldir til at viðgera mál hjá viðkomandi limi, fyrr enn eftirstøðan er goldin og limagjaldið er goldið regluliga í tríggjar mánaðir.
b. hevur viðkomandi limur ikki atkvøðurætt á aðalfundi.
Stk. 3. Um limur ikki hevur goldið limagjald, og eftirstøðan verður fyri meira enn 6 mánaðir, eigur nevndin taka stig til at koyra limin úr felagnum sbrt. stk 1. Um eftirstøða er av einumhvørjum slagi, so skal hon krevjast inn. Áheitan um at gjalda eftirstøðuna skal sendast liminum, áðrenn nevndin koyrir limin úr felagnum.
Stk 4. Útkoyrdir limir kunnu eftir umsókn gerast limir aftur, tá ið tvey ár eru liðin, um nevndin játtar. Felagið kann tó ikki átaka sær at viðgera mál hjá viðkomandi limi fyrr enn limagjaldið er goldið regluliga í tríggjar mánaðir.
Stk 5. Limur, ið er útkoyrdur eftir stk. 1, kann í seinasta lagi 2 mánaðir eftir, at hann hevur fingið skrivlig boð um, at hann er koyrdur út, krevja, at málið verður avgjørt á aðalfundi.
Stk. 6. Um serligar umstøður gera seg galdandi hjá liminum ella næstu avvarðandi hansara, og eru orsøkir til umstøðurnar nevndar í stk. 2 og stk 3., kann nevndin tó gera undantøk.
Lógarbroytingar kunnu bert gerast á aðalfundi. Uppskot til lógarbroytingar skulu vera nevndina í hendi eina viku fyri aðalfundin.
Til at fremja lógarbroyting krevst at í minsta lagi 2/3 av møttu limunum atkvøða fyri broytingunum.
Felagið kann samstarva við onnur yrkisfeløg um fakligar og búskaparligar spurningar.
Felagið kann bert verða avtikið, um 2/3 av møttu limunum greiða atkvøðu fyri tí.
Roknskaparárið er álmanakkaárið. Nevndin fær heimild til at gjalda fyri sakkønari grannskoðarahjálp.
Samtykt á aðalfundi tann 24.04. 2002 og kemur í gildi beinanvegin
Viðtøkur broyttar á aðalfundi tann 8. mai, 2021.
Viðtøkur seinast broyttar á aðalfundi tann 26. mars 2022