Sáttmáli millum Akademikarafelag Føroya (AKF) og Fíggjarmálaráðið 2022 til 2025

1. kapittul: Kapitlið er um sáttmálaøkið og viðgerð av ósemjum

Kapittulin er um sáttmálaøkið og viðgerð av ósemjum

§ 1. Sáttmálaøki

Sáttmálin er fyri størv, har tað er ein fyritreyt fyri setan, at tann setti hevur útbúgving sum verkfrøðingur, arkitektur, byggifrøðingur, magistari ella sálarfrøðingur (cand.psyk).
Deildarstjórar, ið hava útbúgving sum hoyrir undir sáttmálaøkið hjá AKF, eru somuleiðis fevndir av sáttmálanum, undantiki𠧧 4 og 14 – 28.
 
Stk. 2. Er sáttmálin uppsagdur, og semja ikki kemur í lag partanna millum, ella annar parturin ber seg undan tingingum, hevur hvør av pørtunum rætt til at fáa tingingarnar framdar við at semingsmaður leggur uppí. Sí ll. nr. 39 frá 13. mai 2013 um semingsstovn.
 
Stk. 3. Ivaspurningar um at tulka sáttmálan verða at leggja fyri Fasta Gerðarætt.
Stk. 4. Sáttmálin er ikki fyri tænastumenn, tænastumenn sum fáa bíðipening ella tænastumenn við eftirløn.
2. kapittul: Kapitlið er um setanarviðurskifti hjá starvsfólki, sum er sett í starv í 3 mánaðir ella longur. Talan er um fast ella tíðaravmarkað starv.

Kapittulin er um setanarviðurskifti hjá starvsfólki, sum er sett í starv í 3 mánaðir ella longur. Talan er um fast ella tíðaravmarkað starv.

§ 2. Setan

Leys størv, sum sett skulu verða eftir hesum sáttmála, skulu verða lýst leys alment. Tilskilað skal verða, hvat starvið fatar um, hvør útbúgving og førleiki krevst og hvør lønin er.
Stk. 2. Er talan um tíðaravmarkaða starvssetan, skal lýsingin siga neyvt frá um hesi viðurskifti. Ikki er neyðugt at lýsa størv leys, um starvstíðin er styttri enn 6 mánaðir.

§ 3. Setanarbræv

Í seinasta lagi 14 dagar eftir setanina fær starvsfólkið setanarbræv. Í setanarbrævinum skal standa:

  • navn og bústaður hjá setanarmyndugleikanum og tí setta,
  • nær setanin tekur við, og um setanin er tíðaravmarkað, nær hon so endar,
  • galdandi sáttmáli millum omanfyri nevndu partar at ganga eftir,
  • starvsheiti,
  • byrjanarløn (grundløn og førleikaløn),
  • eftirlønargjald,
  • starvsaldur og næstu broytingar í starvsaldri,
  • uppsagnartíð frá arbeiðsgevara og setta,
  • setanarbrotpartur, arbeiðstíð
  • frítíð við løn og frítíðarískoyti,
  • setanarøki og
  • arbeiðsstaður/staðir í løtuni (fatar arbeiðið um fleiri arbeiðsstaðir, skal verða viðmerkt á hvørjum arbeiðsstaði umsøkjarin hevur høvuðsstarv).

§ 4. Løn

Størvini verða flokkað og lønt sum ásett í kapittul 4.

Stk. 2. Lønin verður eftir setanarbrotparti og starvsaldri, sum eftir § 3 verður tilskilað í setanarbrævinum.

Stk. 3. Lønin verður goldin mánaðarliga afturút og í seinasta lagi síðsta dag í mánaðinum, sum peningastovnarnir hava opið.

§ 5. Farloyvi

Starvsfólk kann fáa farloyvi við ongari løn, tá ið tað ikki gongur ímóti áhugamálunum hjá stovninum. Um so er, at starvsfólk fær farloyvi til útbúgving, ella eftirútbúgving, kann tað fáa frí við løn ella niðursettari løn. Farloyvi kann verða givið í upp í 2 ár hvørja ferð, tó í mesta lagi í 4 ár, og hevur stovnurin skyldu til at hava starv til starvsfólkið, tá ið farloyvið er av. Starvsfólk, sum hevur starvast longur enn 5 ár, skal alt tað ber til altíð hava rætt til minst 1 árs farloyvi.

Stk. 2. Felagið kann fáa farloyvi til nevndarlimir í upp til eitt ár í senn við at boða stovninum frá, og gjalda sín lutfalsliga part av lønini.

§ 6. Eftirløn

Eftirlønargjaldið er 16 % av grundlønini og førleikalønini. Hetta tó við undantaki av viðbótum sambært § 22stk. 1 og 2.

Stk. 2. Arbeiðsgevarin rindar eftirlønargjaldið í góðkenda eftirlønarskipan. 

Stk. 3. Starvsfólk, sum hevur hálvt starv ella meiri, fær eftirlønargjald.

Stk. 4. Eftirlønargjaldið verður flutt samstundis, sum lønin verður útgoldin.

§ 7. Barnferð

Starvsfólk, ið er við barn, eigur at siga stovninum frá í minsta lagi 3 mánaðir fyri metta føðing.

Stk. 2. Starvskvinna, ið er við barn, hevur rætt til barsilsfarloyvi av viðgongu og barnsburði. Tá ið 4 vikur eru eftir til metta føðing, kann starvskvinna fara úr arbeiði við løn fram til føðing. Eftir føðing fær starvskvinna farloyvi við løn í 24 vikur. Barsilsfarloyvið við løn kann soleiðis verða bæði styttri og longri enn 28 vikur tilsamans, men eftir føðing eru altíð 24 vikur við løn.

Stk. 3. Prógvar starvskvinnan við læknaváttan, at hon er óarbeiðsfør 4 vikur ella fyrr undan mettari føðing, verður hetta roknað sum vanlig sjúka, og starvsfólkið hevur tá rætt til løn undir sjúku. Tá ið 4 vikur eru eftir til metta føðing, verður farið frá løn undir sjúku til barsilsfarloyvi við løn, sbr. stk. 2. 

Stk. 4. Umframt nevndu sømdir kann starvskvinna fáa farloyvi við løn alla viðgongutíðina, um hon við læknaváttan prógvar, at tað fyri fostur ella hana sjálva stendst heilsuvandi av at vera í starvinum.

Stk. 5. Frá 14. viku eftir føðing kunnu foreldrini býta rættin til barsilsfarloyvi við løn ímillum sín. Frá 1. oktober 2024 kunnu hesar 10 vikurnar við løn liggja innan alt farloyvistíðarskeiðið eftir viku 14.

Stk. 6. Starvsfólk, ið ættleiða barn, hava rætt til fráveru við løn í upp til 4 vikur áðrenn, tey fáa barnið, og í 24 vikur tilsamans. Foreldrini kunnu býta rættin til fráveru við løn ímillum sín. Rætturin til fráveru við løn er treytaður av, at ættleiðingarmyndugleikin frammanundan hevur gjørt av, at foreldrini, annað ella bæði, skulu vera heima í samband við, at tey fáa barnið. Foreldrini kunnu ikki vera í farloyvi við løn samstundis eftir hesi grein.

Stk. 7. Umframt farloyvi nevnt í stk. 2-6, hava starvsfólk rætt til farloyvi við ongari løn og uttan at missa starvsaldur soleiðis, at samlaða farloyvistíðarskeiðið tilsamans er 52 vikur eftir føðing ella eftir, at tey hava fingið barnið. Tíðarskeiðini eru samanhangandi, og farloyvi eftir hesi grein skal vera avgreitt í seinasta lagi 52 vikur eftir føðing ella eftir, at tey hava fingið barnið.

§ 8. Sjúka

Fyri sjúku galda ásetingarnar í starvsmannalógini.

Stk. 2. Starvsfólk kann fáa frí við løn, tá ið barn/børn tess er/eru sjúk, tó í mesta lagi í 2 dagar hvørja ferð og í mesta lagi tilsamans 10 dagar um árið. Eigur tað fleiri enn 2 børn undir 10 ár, kann tað fáa frí upp í 20 dagar um árið.

§ 9. Eftirsitiløn

Tá ið starvsfólk doyr í tænastutíðini, eiga hjúnafelagi/samlivari ella børn undir 21 ár, sum tað uppiheldur, rætt til løn samsvarandi uppsagnartíðini, minst 3 mánaðir, tó hægst 6 mánaðir. Eftirsitilønin er seinast útgoldna mánaðarlønin. Lønin í mánaðinum, tá ið starvsfólkið doyr, verður ikki roknað upp í eftirsitilønina.

§ 10. Uppsøgn

Verður starvsfólk sagt úr starvi, galda ásetingarnar um uppsøgn í løgtingslóg um starvsmenn, og uppsagnartilgongdin verður handfarin sambært galdandi fyrisitingarligum reglum.

Sama dag, sum hoyringarskriv verður handað starvsfólki, skal arbeiðsgevarin senda AKF fráboðan um, at hoyringarskriv er handað.

§ 11. Frítíð

Frítíð er eftir løgtingslóg nr. 30 frá 7. apríl 1986 um frítíð við løn við seinni broytingum.

§ 12. Fastir frídagar og serstaka frívikan

Jólaaftan, nýggjársaftan, páskaaftan, flaggdagur, hvítusunnuaftan, 1⁄2 grundlógardagur, 1⁄2 ólavsøkuaftan, ólavsøkudagur umframt allir halgidagar eru frídagar.


Stk. 2. Starvsfólk hava harumframt rætt til serstakar frídagar eftir avtaluni um serstaka fríviku.

§ 13. Fyribilstænasta í hægri starvi

Starvsfólk, sum eftir serligum boðum ella eftir frammanundan fastløgdum arbeiðslagi við góðkenning fyribils røkir hægri starv í 1 viku samfelt ella meira, eigur í hesum tíðarskeiði at fáa somu løn, sum tað hevði fingið, varð tað sett í starvið, treytað av, at tað yvirtekur tær arbeiðsuppgávur, ið standast av hægra starvinum.

§ 14. Yrkisfelagsarbeiði

Álitisfólk og nevndarlimir kunnu ikki verða uppsøgd, uttan at uppsøgnin hevur verið til viðgerðar millum Fíggjarmálaráðið og felagið.

Stk. 2. Tann, sum verður vald/ur til formann í felagnum, hevur altíð rætt til at fáa farloyvi uttan løn, og hevur stovnurin skyldu at hava starv til viðkomandi, tá ið formansskeiðið er lokið. Sí eisini § 5 stk. 2.

Stk. 3. Umsókn frá starvsfólki, álitisfólki ella nevndarlimi um at sleppa á fakfelagsskeið verður viðgjørd við vælvild.

Stk. 4. Uppsagnarfreistin hjá álitisfólkum verður longd við 3 mánaðum.

Stk. 5. Er starvsfólk valt í nevnd felagsins, skal tí verða givin heimild at fremja felagsarbeiði í vanligu arbeiðstíðini í givnum førum, t.d. undir sáttmálasliti, sáttmálasamráðingum og arbeiðsósemju.

§ 15. Samstarvsráð

Á øllum almennum stovnum verður sett á stovn eitt samstarvsráð, har umboð fyri leiðslu, álitisfólk og varaálitisfólk sita. Samstarvsráðið skal hava innlit í øll mál stovninum viðvíkjandi, og verða avgerðir ikki tiknar, fyrr enn samstarvsráðið hevur gjørt sítt tilmæli.

Stk. 2. Settur verður 4 manna bólkur við 2 limum valdum av yrkisfeløgunum og 2 limum valdum av landsstýrinum at gera uppskot til reglugerð fyri virkið hjá samstarvsráðnum.

§ 16. Førleikameting

Starvsfólk, sett eftir hesum sáttmála, hevur rætt at fáa sín frøðiliga førleika mettan, um hetta hevur týdning fyri starvið hjá viðkomandi.

Stk. 2. Førleikakrøvini verða tey somu, sum galdandi eru á Fróðskaparsetri Føroya. Um viðkomandi hevur veitt vísindaliga ráðgeving, eigur hendan at verða tikin við í metingina.

Stk. 3. Í hvørjum einstøkum føri verður skikkað uttanhýsis metingarnevnd sett at gera tilmæli, um viðkomandi lýkur treytirnar samsvarandi frøðiliga førleikanum á 1., 2. ella 3. stigi – eisini kallað adjunkt-, lektara- og professaraførleiki. Felagið skal hava tilnevningina av metingarnevndini til ummælis 2 vikur áðrenn, nevndin verður tilnevnd.

Stk. 4. Stovnsleiðslan setur metingarnevndina, og stovnurin ber útreiðslurnar av metingini.

3. kapittul: Kapitlið er um starvsfólk, ið er sett sum avloysari, ella í annað fyribilsstarv, í styttri tíð enn 3 mánaðir.
Kapittulin er um starvsfólk, ið er sett sum avloysari, ella í annað fyribilsstarv, í styttri tíð enn 3 mánaðir.
 

§ 17. Barnsburður, ættleiðing og sjúka

Fyribilssett starvsfólk kemur undir barsilsskipanarlógina og dagpeningalógina.

§ 18. Aðrar setanartreytir

Fyri fyribilssett galda annars hesar ásetingar í kap. 2:

  • § 3 um setanarbræv, er setanin longri enn ein mánað
  • § 4, stk. 3 um lønarútgjalding
  • § 11 um frítíð
  • § 15 um samstarvsráð

§ 19. Uppsøgn

Setanin hjá fyribilssettum kann enda frá einum degi til annan. Setanin er av við ongari fráboðan, tann dagin avtalað varð, tá ið starvsfólkið varð sett í starv. Setanin kann verða longd, og verður tá at roknað sum ikki slitin.

4. kapittul: Kapitlið er um arbeiðstíð og løn
Kapittulin er um arbeiðstíð og løn.
 

§ 20. Arbeiðstíð

Arbeiðstíðin er 39,5 tímar um vikuna, íroknað 1⁄2 tíma matarsteðg um dagin. Matarsteðgurin verður lagdur í samráð við starvsfólkið, soleiðis at endamálið við matarsteðginum verður rokkið.

Stk. 2. Fulltíðarsett starvsfólk kann eftir umsókn fáa niðursett tímatal. Henda skipan kann vera tíðaravmarkað ella varandi.

Stk. 3. Ferðing í sambandi við tænastuferð verður roknað sum arbeiðstíð, tó hægst 13 tímar um døgnið, uttan at annað er avtalað millum starvsfólk og arbeiðsgevara.

Stk. 4. Arbeiði á fremmanda tænastustaðnum telur við í arbeiðstíðini eftir vanligum reglum fyri uppgerð av arbeiðstíð.

§ 21. Løn o.a.

Lønin er grundløn og førleikaløn, sum ásett í lønartalvunum.

Stk. 2. Um so er, at ein arbeiðsgevari metir, at eitt starv hevur eina tílíka serstøðu, at tað ikki er umfatað av teimum vanligu fortreytunum fyri ásettu lønina, tekur arbeiðsgevarin málið upp við sítt aðalráð, sum sendir umsóknina víðari til Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum. Umsóknin um eina serflokking, viðbót ella onnur viðurskifti verða síðan viðgjørd av Fíggjarmálaráðnum og AKF.

Stk. 3. Metir stovnurin, at starvið krevur førleika á p.hd. stigi sambært førleikakrøvunum á Fróðskaparsetri Føroya, og starvsfólk er mett at hava henda førleika, fær viðkomandi ph.d. viðbót.

Stk. 4. Metir stovnurin, at starvið krevur førleika á professara stigi sambært førleikakrøvunum á Fróðskaparsetri Føroya, og starvsfólk er mett at hava henda førleika, fær viðkomandi professara viðbót.

Stk.5. Góðkendir sálarfrøðingar fáa autorisatiónsviðbót, tá ið starvið inniber útgreining og interventión sambært reglugerð um autorisatión hjá Dansk Psykolognævn.

Stk. 6. Lønin hjá starvsfólki við niðursettum tímatali verður lækkað samsvarandi.

Viðmerking til § 21: Í førum har ivi í sambandi við flokking er um innihaldið og støði av einari útlendskari útbúgving skipar Vegleiðingarstovan fyri, at meting verður fingin til vega frá Styrelsen for Forskning og Uddannelse. Umsóknir verða sendar til meting@uvs.fo

§ 22. Serflokking og viðbøtur

Ein arbeiðsgevari kann, tá ið umstøðurnar tala fyri tí, tilnevna eitt starvsfólk sum serfrøðing.
Mannagongdin er, at arbeiðsgevarin vendir sær til sítt aðalráð, sum síðan tekur avgerð um góðkenning av tilnevningini. Verður tað góðkent, kann arbeiðsgevarin fyri eitt ávíst tíðarskeið ikki longri enn 3 ár í senn, tilnevna starvsfólkið sum serfrøðing, og veita eina serfrøðingaviðbót upp til markið sambært lønartalvuni um mánaðin. Verður umbønin ikki góðkend, grundgevur aðalráðið fyri tí.

Starvsfólkið skal hava minst 5 ára royndir frá viðkomandi starvi, ella samsvarandi eftirútbúgving/eykaútbúgving, og hava servitan á høgum fakligum stigi. Eisini er partur av metingini, um starvsfólkið antin hevur ávísan serligan førleika, sum starvið krevur, um starvið ber í sær ábyrgd út yvir tað vanliga, um starvsfólk í slíkum starvi er undir trýsti út yvir tað vanliga, ella um onnur serlig viðurskifti gera seg galdandi. Í tilnevningini skal verða útgreinað, hvat tað er, sum ger, at hetta starvsfólkið verður tilnevnt serfrøðingur. Serfrøðingar eru ikki fevndir av § 25 um yvirtíð.

Stk. 2. Arbeiðsgevarin kann geva eina uppgávutengda, tíðaravmarkaða viðbót, tá ið støðan á arbeiðsplássinum er serlig og nakað eyka verður kravt av starvsfólkunum. Viðbótin skal minst verða 2.000 kr. og hægst 4.000 kr. um mánaðin, og tíðarskeiðið, ein kann fáa viðbót, skal hægst vera 9 mánaðir hvørja ferð. Arbeiðsgevarin skal kunna AKF og Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum, tá ið viðbót verður latin.

Stk. 3. Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum kann áleggja arbeiðsgevaranum at steðga viðbótum eftir stk. 1 og 2, tá ið mett verður, at treytirnar eru ikki loknar. Í tí føri verður viðbótin steðgað við rímiligari freist, og verður AKF kunnað í hvørjum einstøkum føri.

Stk. 4. Deildarstjórar, deildarleiðarar, ráðgevar, starvsfólk sum fáa aðrar viðbøtur (t.d. á Fróðskaparsetrinum og øðrum granskingarstovnum) kunnu ikki fáa viðbót sambært stk. 1 og 2. Starvsfólk, sum fáa viðbót eftir stk. 1, kunnu ikki fáa viðbót eftir stk. 2. Viðbøtur sambært stk. 1 og 2 eru ikki eftirlønargevandi.

Stk. 5. Metir arbeiðsgevarin ikki grundarlag longur er fyri viðbót sambært stk. 1, kann hendan verða steðgað, hóast avtalaða áramálið er ikki runnið, undir somu fyritreytum sum annars eru galdandi fyri uppsøgn av viðkomandi starvsfólki.

§ 23. Tímaløn

Tímalønin fyri hvønn arbeiðstíma verður roknað soleiðis: ársløn/2080.

§ 24. Tímalønir á Fróðskaparsetrinum

Alt arbeiði, sum verður gjørt við støði í tímum, verður roknað út við grundarlagi í einum grundtímataksti.
Árligt arbeiðstímatal= 2080/1,26
Grundtímatakstur, G1=(ársløn á grundlønarstigi 9 og førleikaløn)/árligt arbeiðstímatal. Fyri venjingar, leiðbeining o.t.verður veitt 1,67 G1 fyri hvønn undirvísingartíma íroknað fyrireiking.

Fyri fyrilestrarundirvísing o.t. verður veitt 3 G1 fyri hvønn undirvísingartíma íroknað fyrireiking.
Fyri at leggja til rættis skeið o.t. er tímalønin grundtímataksturin, G1.

Stk. 2. Frá 1. juni 2017 verður grundtímasatsurin G1 roknaður av grundlønarstigi 8 og førleikaløn.

§ 25. Yvirtíðararbeiði

Verður drúgt yvirtíðararbeiði álagt starvsfólki, verður hetta samsýnt sum yvirtíðarløn, t.e. við einum tímalønarsatsi, ið er 140% av vanligu tímalønini hjá viðkomandi. Verður avspákað, verður tað í lutfallinum 1,4 tíma fyri hvønn yvirtíðartíma.

§ 26. Starvs- og lønaraldur

Lønaraldurin er vanliga tann sami sum kandidataldurin, t.e. áramálið, ið starvsfólk eftir próvtøku hevur verið í arbeiði, ið er treytað av teirri útbúgving, tað hevur.

Stk. 2. Starvsfólk er eitt ár á hvørjum stigi.

Stk. 3. Starvsfólk fær roknaðan fullan starvsaldur, hevur tað í minsta lagi hálvt starv. Er talan um minni enn hálvt starv, verður starvsaldurin roknaður lutfalsliga.

Stk. 4. Tá ið viðurskiftini tala fyri tí, kunnu sáttmálapartarnir gera avtalu um starvsaldur eftir øðrum reglum.

Stk. 5. Nemur starvsfólk sær hægri útbúgving, ið gevur rætt til umflokking, verður tað í nýggja lønarflokkinum sett á tað lønarstigið, sum í krónum liggur nærmast oman fyri verandi løn.
Verða starvsfólk úr øðrum sáttmálaøki flokkað í hesum sáttmálanum í sambandi við, at tey hava nomið sær akademiska útbúgving, verða tey somuleiðis innplaserað í viðkomandi lønarflokk á tað lønarstigið, sum í krónum liggur nærmast oman fyri verandi lønarstig. Í hesum sambandi telur ein leiðaraflokking í øðrum sáttmálaøkið ikki við, tá starvsfólk verður innplaserað í einum vanligum starvi.

Lønaraldur verður annars soleiðis, at starvsfólk, sum við fyrru innplaseringina hevði komið á eitt lønarstig, sum er javnt við ella hægri enn tað, tað kemur á í nýggju innplaseringini, fær frá hesum mundi nýggja aldursviðbót.

Stk. 7. Deildarleiðarar við deildarleiðaraviðbót 2 ella 3 verða løntir á endastigi. (Galdandi frá 1. juni 2017).

§ 27. Frí við ongari løn 

Tá ið starvsfólk fær tænastufrí við ongari løn, verður gjørdur lønarfrádráttur.
a) Tá ið starvsfólkið er burtur heilar mánaðir, verða drignar heilar mánaðarlønir.
b) Tá ið starvsfólk er burtur vikur, dagar ella tímar, verður drigið fyri teir tímar, tey undir vanligum umstøðum høvdu verið til arbeiðis hetta tíðarskeiðið. Ein tími verður roknaður sum árslønin býtt við 2054. Við í árslønina verða roknað øll gjøld, sum verða goldin sum føst mánaðargjøld.

§ 28. Sjálvboðið eyka arbeiði

Eitt nú tá ið arbeiðspláss eru undirmannað í samband við sjúku ella feriu, og eitt nú tá ið serligar uppgávur, sum ikki hava skund, liggja og bíða, kunnu gerast avtalur um sjálvboðið eyka arbeiði. Avtalað verður ein føst tímaløn, og vikið verður frá øllum avtalum um gjøld fyri ólagaliga arbeiðstíð o.a. Avtalaða tímalønin kann tó ongantíð vera hægri enn yvirtíðarlønin. Starvsfólkið og arbeiðsgevarin gera avtaluna, sum skal leggjast fyri álitisfólkið at góðkenna.

§ 29. Tænastuferðir

Dag- og tímapeningur á tænstuferð og útiviðbót er tað sama sum ásett í avtalu millum Felag Tænastumanna Landsins og Fíggjarmálaráðið.

§ 30. Førleikamenning

Sáttmálapartarnir hava gjørt avtalu um strategiska førleikamenning.

§ 31. Flytisamsýning

Noyðist starvsfólk av arbeiðsorsøkum at flyta í annan stað at búgva, verða flutningsútreiðslur av húski og húsbúnaði samsýnt tí eftir rokning.

5. kapittul

§ 32. Seravtalur

Í sáttmálaskeiðnum skal vera møguligt at gera seravtalur millum Akademikarafelag Føroya (AKF) og Fíggjarmálaráðið.

§ 33. Gildiskoma og uppsøgn

Sáttmálin fær gildi frá 1. oktober 2022. Sáttmálin kann verða sagdur upp við 3 mánaða freist, tó í fyrsta lagi til at fara úr gildi tann 1. oktober 2025.

 

Tórshavn 24. november 2023

 

Akademikarafelag Føroya

Páll Nólsøe, formaður

 

Fíggjarmálaráðið

Ruth Vang landsstýriskvinna / Jan Mortensen, lønarstjóri

 

Avtala um serstaka fríviku

Avtala um serstaka fríviku

§ 1. Avtalan er galdandi fyri mánaðarlønt starvsfólk.
Stk. 2. Avtalan er eisini galdandi fyri tímalønt, sum eru í starvi í meiri enn 3 mánaðir. Hvussu frívikan verður innvunnin og hildin

§ 2. Aftur at frítíðini eftir frítíðarlógini, vinnur starvsfólk eina sertaka fríviku um árið. Vunnir verða 0,42 serstakar frídagar við løn fyri hvønn mánað í starvi (5 daga vika). Serstøku frídagarnar verða vunnir samsvarandi setanarbrøkinum.
Stk. 2. Serstaka frívikan verður innvunnin og hildin í frítíðarárinum, á sama hátt sum frítíð eftir frítíðarlógini.

§ 3. Setanarmyndugleikin og tann setti avtala, nær í frítíðarárinum serstaka frívikan verður hildin. Hon verður løgd í samráð við starvsfólkið, tá ið arbeiðsgongdin loyvir tí. Starvsfólkið skal boða frá so tíðliga sum til ber, nær ætlanin er at halda frívikuna. Stk. 2 Frídagarnir kunnu verða hildnir hvør sær, eisini sum hálvir dagar.

§ 4. Setanarmyndugleikin og starvsfólkið kunnu í staðin avtala, áðrenn frítíðarárið byrjar, at serstaka frívikan ella partur av henni verður ikki hildin, men útgoldin, tá ið frítíðarárið er av, jb. § 7. Er semja um tað, kann slík avtala eisini verða gjørd í frítíðarárinum.

§ 5. Setanarmyndugleikin og starvsfólkið kunnu eisini avtala, at serstaka frívikan ella partur av henni, sum er ikki hildin, tá ið frítíðarárið er av, verður flutt at halda í seinri frítíðarári.
Stk. 2. Avtalan skal vera skrivlig og avtalað skal eisini verða, nær fluttu dagarnir skulu verða hildnir.

Stk. 3. Verður avtala ikki gjørd sambært stk. 1, verða serstøku frídagarnir útgoldnir, tá ið frítíðarárið er av, jb. § 7.

§ 6. Fer starvsfólk úr starvi, og hevur ikki hildið serligu frívikuna ella part av henni, verður hon útgoldin, jb. §7.

§ 7. Útgjaldið fyri serstakan frídag er 1⁄2% av vunnari løn í undanfarna innvinningarári.

Í útrokningini verður ikki tald við løn, sum er útgoldin í frítíðini, veitt frítíðarløn ella útgoldið frítíðarískoyti.

Gildiskoma og skiftisreglur

§ 8. Avtalan hevur gildi frá 1. oktober 2003.

§ 9. Starvsfólk, sum er í starvi alt innvinningarárið 2003/2004, tvs. frá 1. apríl 2003 til 31. mars 2004, hevur rætt til 5 serstakar frídagar í frítíðarárinum, sum byrjar 2. mai 2004. Hevur starvsfólkið verið í starvi minni enn alt innvinningarárið, verða serligu frídagarnir lækkaðir samsvarandi.

§ 10. Sáttmálafrídagarnir fella burtur 1. januar 2004.

Avtala um strategiska og skipaða førleikamenning á stovnum landsins

Avtala um strategiska og skipaða førleikamenning á stovnum landsins

§ 1. Inngangur

Skulu uppgávurnar hjá stovnum landsins verða røktar á munadyggan hátt við neyðugari dygd og framhaldandi menning, er sera týðandi, at førleikarnir hjá starvsfólkunum verða áhaldandi røktir og mentir.
Stk. 2. Partarnir halda tað vera avgerandi, at starvsfólk hjá landinum fáa møguleika at menna sín førleika, bæði í dagliga arbeiðnum og við eftirútbúgving og víðari útbúging. Fyri at fremja førleikamenningina eiga leiðslur og starvsfólk í felag at hava sum mál at stovna felags læruumhvørvi og at leggja til rættis eina smidliga tilgongd fyri førleikamenningini. Partarnir eru samdir um, at strategisk mál fyri menningini skulu verða gjørd fyri øll starvsfólk.

§ 2. Øki

Avtalan er galdandi fyri starvsfólk, sum eru fevnd av sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og felag, ið hevur undirskrivað hesa avtalu.

§ 3. Endamál

Endamálið við avtaluni er at binda leiðslu og starvsfólk til at leggja stóran dent á førleikamenningina, og báðir partar hava ábyrgd av at tryggja, at førleikamenningin styrkist. Hetta skal nøkta tørvin á fakligari menning hjá einstaka stovninum og einstaka starvsfólkinum.

§ 4. Menningarmál

Fyri hvørt einstakt starvsfólk á øllum stovnum hjá landinum verður gjørd ein skipað førleikamenningarætlan, ið skal taka atlit at málunum hjá tí einstaka stovninum.
Stk. 2. Árliga er samrøða millum leiðsluna og starvsfólkið, har ítøkilig menningarmál fyri einstaka starvsfólkið verða fest á blað í semju við starvsfólkið. Í starvsfólkasamrøðuni verður eisini viðgjørt um og hvussu, starvsfólkið hevur nátt málunum, ið sett vórðu í síðstu starvsfólkasamrøðu.

Stk 3. Útbúgving og annað menningarvirksemi fer vanliga fram í arbeiðstíðini. Arbeiðsgevarin rindar, jb. stk. 2, útreiðslur av útbúgving.
Stk. 4. Leiðsla og starvsfólk hava felags ábyrgd av, at menningarmálini verða rokkin. Leiðslan tryggjar karmar og treytir fyri førleikamenning, og starvsfólkið arbeiðir fram móti avtalaðu menningarmálunum.

§ 5. Almennur førleiki

Dagførdur grundleggjandi skúlakunnleiki kann verða treytin fyri at røkja og menna fakliga førleikan. Bæði einstaki stovnurin og einstaka starvsfólkið hava ábyrgd av at virka fyri, at almennur førleiki er partur av førleikamenningini.

§ 6. Leiklutur hjá leiðslu, starvsfólki og samstarvsnevnd

Leiðsla og starvsfólk skulu í felag, grundað á strategisku málini hjá stovninum og tørvinum á strategiskari førleikamenning 

áseta grundreglur og leiðreglur fyri førleikamenningartiltøkunum á stovninum samráðast um grundreglurnar fyri og tørvin á eftirútbúgving fyri allar starvsfólkabólkar

áseta leiðreglur fyri, hvussu starvsfólkasamrøður skulu verða skipaðar

Stk. 2. Leiðsla og starvsfólk eftirmeta í felag eina ferð árliga førleikamenningartiltøkini á stovninum.

Stk. 3. Uppgávurnar í stk. 1 og 2 røkir samstarvsnevndin, um stovnurin hevur eina slíka. Biður annar parturin um tað, verður ein menningarnevnd vald undir samstarvsnevndini.

§ 7. Fylgibólkur

Ein fylgibólkur verður settur við umboðum fyri Fíggjarmálaráðið og tey feløg, sum hava undirskrivað hesa avtalu.

§ 8. At seta í gildi og siga upp

Henda avtala verður sett í gildi tann 1. oktober 2003. Avtalan kann skrivliga verða søgd upp við 3 mánaða ávaring til ein 1. í mánaðinum, tó í fyrsta lagi tann 1. oktober 2005.

Tak sáttmála niður