Um felagið

Magistarafelag Føroya er yrkisfelag fyri fólk við akademiskum prógvi frá viðurkendum hægri lærustovni á Bachelorstøði ella hægri. Magistarafelagið er partur av Akademikarafelag Føroya (AKF).

Endamálið er at virka fyri góðum, tryggum og mennandi arbeiðs- og lívskorum hjá limum felagsins við at:

  1. umboða og verja áhugamál limanna í øllum viðkomandi arbeiðsmarknaðar- og sáttmála viðurskiftum.
  2. umboða og verja áhugamál limanna í øllum viðkomandi yrkisligum, fíggjarligum og sosialum viðurskiftum.
  3. arbeiða fyri, at limirnir fáa høvi at varðveita og menna sín yrkisførleika.
  4. vinna vísindum og akademiskum førleika best møguligan frama og sóma í samfelagnum.
  5. styrkja samanhaldið í limaskaranum og stimbra til førleikamedvit á høgum støði bæði yrkisliga og siðsemiliga.

Nevndin

Nevndin verður skipað einaferð um árið. 

 

Februar 2025 -

Páll Nolsøe, formaður

Mass Hoydal, næstformaður og nevndarlimur 

Sólvør Henriksen, kassameistari

Tanya Møller, nevndarlimur

Bárður Højgaard, nevndarlimur