Áðrenn aðalfundin 2024 bóðu vit Faer Isles Distillery gera okkum ein drykk, sum teir hildu fór at hóska væl til okkara limir. Teir vendu skjótt aftur við hesari uppskriftini, sum hevði lýsingina: “Magistarin- gamal og súrur, men við altjóða íblástri og útsýni!”. Sigast skal, at drykkurin var sera væl dámdur á aðalfundinum.
Soleiðis gert tú:
2cl vodka
4cl pink greypdjús
2cl ingiferskot
0,5 - 1cl simple syrup (1:1 ljósur siroppur og vatn kókað upp)
Fyll upp við ísterningum og apollinaris, 1/4 skivu av greyp(turkað) og nøkrum dropum av Angostura(appelsin)
Lættari alternativ:
2cl vodka
4cl pink greypdjús
Fyll upp við ísterningum, Muddled Ginger Beer og einari skivu av leim