13. oktober 2008

Veitsla 25. oktober

Leygarkvøldið 25. oktober verður veitsla í sambandi við stovnanina av Akademikarafelag Føroya hildin í kantinuni á Læraraskúlanum. Veitslan verður beint eftir stovnandi aðalfundin av AKF, væntandi kl. 19.30. Vit fáa góðan mat og ymist gott afturvið. Undirhaldið hevur serstøk veitslunevnd við umboðum úr øllum fýra feløgunum átikið sær at standa fyri. Vit vænta og vóna, at eitt slíkt tiltak fer at fremja felagskensluna millum limirnar í ymsu feløgunum.

Gevið gætur: Fyri at veitslunevndin skal hava eina meting av, hvussu nógv koma á veitsluna, verða tit biðin um at boða frá, antin á  email: peter@magistarin.fo, ella við at venda tykkum til nevndina í tykkara felag. Eisini ber til at tekna tykkum við at skriva í “Comments”-leinkið niðanfyri.