19. mars 2009

Uppskot frá fíggjarmálaráðnum: Høvuðssáttmáli saman við bólkasáttmálum grundarlagið undir komandi sáttmálum

Fíggjarmálaráðið hevur skotið upp fyri øllum fakfeløgum, sum hava sáttmála við tað almenna, at sáttmálasamráðingarnar næstu ferð verða eftir heilt nýggjum leisti.

Higartil hevur fíggjarmálaráðið samráðst við yvir 30 ymisk fakfeløg, og tað hevur havt við sær, at tær fyrstu samráðingarnar leggja støðið, og at tey fakfeløg, sum koma aftaná, ongan veruligan møguleika hava havt fyri at fáa avgerðandi broytingar framdar.

Fíggjarmálaráðið heldur, at flestu sáttmálarnir líkjast so nógv, at ein høvuðssáttmáli kundi verið gjørdur fyri útvið helvtina av øllum teim málum, sum sáttmálarnir umfata. Her verður t.d. hugsað um uppsagnarfreistir, sjúku, barnferð, eldrapolitikk og eftirútbúgving.

Harnæst metir Fíggjarmálaráðið, at fakfeløgini eiga at kunna bólkast í einar 5 bólkar, sum hvør sær eru so líkir, at allar flestu mál kunnu avgreiðast í hesum bólkum. Sostatt roknar fíggjarmálaráðið við, at neyðugt verður bert at samráðast við hvørt einstakt fakfelag um heilt fáar sergreinar.

Snorri Fjallsbak hugsaði sær eina skipan, har t.d. §1-15 í einum sáttmála vóru umfatað av høvuðssáttmálanum, §16-30 fevndu um mál sum kundu avgreiðast í einum bólki, og at einar 2-3 paragraffir vóru serligar fyri hvørt felagið, sum lýst niðanfyri.

Snorri Fjallsbak segði, at tey á lønardeildini vóru greið yvir, at prísurin fyri at fáa fakfeløgini at góðtaka eina slíka skipan var, at tað fóru at verða tær bestu treytirnar í verandi sáttmálunum sum løgdu støðið.

Sum heild kann sigast, at fakfeløgini vóru opin fyri at viðgera hesa skipan. Vit í Magistarafelagnum hava longu nakrar royndir við at verða bólkað saman við øðrum, nú vit hava lagt samráðingarnar yvir til Akademikarafelagið – higartil hava okkara royndir verið góðar.