16. januar 2009

Tíðindaskriv viðv. fríviku við ongari løn

Á fundi í dag, 16. januar í 2009, hava Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Starvsmannafelagið, Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya, Akademikarafelag Føroya og Føroya Lærarafelag viðgjørt spurningin um fríviku við ongari løn.

Talan er í veruleikanum um lønarniðurskurð. Fakfeløgini hava stríðst fyri at vinna limum sínum betri lønarsømdir, og tøl prógva, at reallønin er fallin seinnu árini. Tí eru fakfeløgini prinsipielt ímóti hesi loysn.

Fakfeløgini staðfesta, at eingin almennur myndugleiki hevur vent sær til okkara um hesi viðurskifti, hóast tað eru fakfeløgini vegna limir sínar, sum hava sáttmálar við almenna arbeiðsgevaran. Fakfeløgini eiga tí alla ábyrgd og allan avgerðarrætt á økinum vegna limirnar.

Fakfeløgini hava sáttmálar við Fíggjarmálaráðið, og mál sum hesi skulu verða viðgjørd millum partarnar; og ikki millum leiðslu og einstaka starvsfólkið.

Hóast møguligar avleiðingar fyri tann einstaka, skulu fakfeløgini ikki taka á seg ábyrgdina av førda politikkinum hjá landsstýrinum og Løgtinginum.

Vinaliga

Føroya Pedagogfelag, Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya,

Felagið Føroyskir Sjukrarøktarfrøðingar, Akademikarafelag Føroya,

Starvsmannafelagið, Føroya Lærarafelag