27. februar 2023

Tilboð til limir um Tanntrygd

Limir í Magistarafelagnum kunnu nú tekna seg til Tanntrygd hjá Trygd. Tanntrygd er ein trygging, sum tryggjar tínar tenn, og tú kanst fáa upp til 80% av útreiðslum til ávísar tannlæknaviðgerðir afturgoldnar.

 

Kostnaðurin er 950 kr./lim árliga, og ynskja limir at tryggja maka ella børn (í aldrinum 18-24 ár) er kostnaðurin 1200 kr./samtryggjaða árliga.

Her sært tú, hvat tryggingin dekkar.

 

Soleiðis ert tú fevnd/ur (galdandi frá januar 2025)

 

Tilmeldingin er opin tvær ferðir um árið; í januar og juli. Hevur tú teknað teg og goldið 950 kr innan tann 10. januar, ert tú fevnd/ur av tryggingini frá 1. januar. Hevur tú hinvegin teknað teg (og goldið 475 kr fyri seinnu árshálvu) millum 11. januar og 10. juli, ert tú fevnd/ur av tryggingini frá 1. juli. Hareftir fellur árliga gjaldið upp á 950 kr. í januar. 

Tryggingin dekkar ikki gjald av rokningum fyri viðgerðir framdar, áðrenn tú ert fevnd/ur av tryggingini, ella um ein avtala um viðgerð er staðfest/løgd til rættis, áðrenn tilmelding/gildiskomu. 

Tú ert ikki fevnd/ur av tryggingini, fyrr enn tryggingargjaldið er goldið.

 

Soleiðis rindar tú:

Árliga gjaldið fyri limir skal flytast á kontu hjá Magistarafelagnum - kontunummar 9181-5785962.

Ynskja tit at tryggja maka ella børn (í aldrinum 18-24), skal gjaldið avgreiðast við Trygd. Trygd setir seg í samband við tykkum um hetta, tá tit hava teknað samtryggjaða í tilmeldingarskjalinum.

 

Tekna teg her:

  Tilmeldingarskjal fyri Limir í Magistarafelagnum

  Tilmeldingarskjal fyri samtryggjað