09. mai 2021

Magistarafelagið heiðrar Malan, Arna, Eyvind og Hera

Orðini eftir, vársólarskák um túnið, tilvitsins veingir (Carl Johan Jensen)

Á ársaðalfundinum 8. mai 2021 vóru Malan Marnersdóttir, Arne Thorsteinsson og Eyvind Weyhe tilnevnd heiðurslimir í Magistarafelag Føroya.
Malan, Arne og Eivind vóru við til at stovna og mynda Magistarafelagið fyrstu árini. Tey vóru við at leggja grundina sum felagið í dag stendur á, og vóru tey tilnevnd heiðurslimur fyri teirra arbeiðið til frama fyri áhugamálum felagsins.


- Malan Marnersdóttir (Lic.phil., dr.phil., professari í bókmentum) var við at stovna Magistarafelagið og fyrsta forkvinna í felagnum.
- Arne Thorsteinsson (mag.art., fyrrv. landsantikvarur) var við at stovna felagið og kassameistari í fyrstu nevnd felagsins.
- Eivind Weyhe (mag.art., lektari emeritus) tók stig til at kalla magistarar saman til fundar fyri at skipa magistarar í Føroyum í egið fakfelag. Hann var við at stovna Magistarafelagið og virkin í felagnum fyrstu árini.

Heri Kragesteen
Á ársaðalfundinum heiðraði Magistarafelagið eisini Hera Kragesteen, sála, fyri hansara virkni til frama fyri felagið.

Heri Kragesteen var gjøgnum mong ár ein av eldsálunum í Magistarafelagnum og ein ímynd av felagnum.

Heri varð føddur í Havn í 1950. Hann tók prógv sum sálarfrøðingur á Københavns Universitet í 1977, og var millum fyrstu føroyingar, ið tók prógv og starvaðist sum sálarfrøðingur. Undir hansara lesnaði og yrkisleiðina búði eitt forvitni eftir at skilja menniskjan kompleksu psyku og ein umsorgan fyri sínum medmenniskjum.

Fyrstu tíðina eftir lokna lesnaðin starvaðist Heri á psykiatiska sjúkrahúsinum Montebello í Gentofte. Í 1979 flutti hann við familjuni heim til Føroyar. Fyrstu árini undirvísti hann í Hoydølum, og í 1981 fekk hann starv ár Læraraskúlanum, har hann starvaðist í 20 ár. Eitt tíðarskeið arbeiddi hann somuleiðis í sernámsfrøðiligu ráðgevingini. Frá 2001 til 2008 var hann leiðandi sálarfrøðingur á Psykiatriska depilinum. Síðstu árini virkaði
Heri sum sjálvstøðugur vinnurekandi sálarfrøðingur. Nevnast kann eisini, at Heri skrivaði sálarfrøðiligu ástøðisbókina “Sálarfrøði - Lýsing av grundleggjandi leiðum og ástøði í sálarfrøði”, ið Nám gav út í 2019.
Heri var hugsjónarmaður. Politikkur, fakfelagshugsjónin og strevanin fyri einum rúmsáttum samfelag við góðum korum – ikki minst teimum lágløntu og teimum marginaliseraðu í samfelagnum. – lá honum nær at hjarta.

Fyri hann var tað sjálvsagt og neyðugt, at løntakarar eru skipaðir í fakfelag - eisini magistarar í Føroyum.

Eins og felagsskapurin er ein fyritreyt fyri góð kor og trivnaði, so var Heri av tí áskoðan, at felagsskapurin byggir á íkasti hjá tí einstaka til felagsskapin.

Sum sagt verður frá í bókini Føroyskir Magistarar tók Heri saman við Eivindi Weyhe í 1983 stig til at kalla fólk saman til fundar fyri at skipa magistarar í Føroyum í egið fakfelag.

Tá ið Magistarafelag Føroya hevði sín stovnandi aðalfund í 1984 var Heri valdur í fyrst nevnd felagsins. Fram til fyrst í 1990árini, og aftur í fleiri umførum var Heri nevndarlimur, samanlagt góð 14 ár. Hann var formaður árini 1990-1992, 1996-1998 og aftur 1999-2000. 1990árini vóru sum kunnugt kreppuár í Føroyum, sum vóru stríðskend hjá fakfeløgunum við stórum verkføllum og hørðum samráðingum.
Í søgu hjá Magistarafelagnum fram til dagin í dag hevur ongin verið so drúgvur og fúsur í nevndini sum Heri.

Fakfelagsvirki er ikki einans álvara, men eisini gaman. Heri var vertskapsmaður, og tók javnan stig til og luttóku í sosialu tiltøkum hjá Magistarafelagnum. Heimið hjá Hera og konuni Katrin á Hoydalsvegnum var somuleiðis mangan karmur um fakfelagsfundir og annað virksemi.

Eisini aftaná hann var givin í nevndini í 2002 var Heri javnan fastur og fúsur til aðalfundir og annað fakfelagvirksemi.

Heri andaðist í 2018 68 ára gamal.

Hvørt ættarlið byggir á herðarnar hjá tí undanfarna. Heri Kragesteen var við hansara virkið og ídni við til at byggja Magistarafelag Føroya til felagið tað er í dag.

Við hesum orðum vil Magistarafelag Føroya takka og heiðra Hera Kragesteen.