20. januar 2009

Kunning um nýggja sáttmálan millum Akademikarafelag Føroya (AKF) og Fíggjarmálaráðið

Nýggi sáttmálin millum Akademikarafelag Føroya (AKF) og Fíggjarmálaráðið (Lønardeildina) fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2007 til 1. oktober 2010 er nú endaliga komin í gildi, og samstundis fella teir gomlu sáttmálarnir við tey einstøku limafeløgini í AKF tí úr gildi.

Limafeløgini í AKF eru: Magistarafelag Føroya, Føroya Verkfrøðingafelag, Føroya Byggifrøðingafelag og Arkitektafelag Føroya.

Á heimasíðuni hjá Lønardeildini www.lnd.fo sæst sáttmálin, semja og lønartalvurnar fyri ávikavist 1. oktober 2007 og 1. oktober 2008. Semjan inniber m.a. heilt nýggjar lønartalvur frá 1. oktober 2007 at rokna, og eisini eru ásetingar um lønarhækking í grein 2; hendan er 3% tann 1. okt. 2007, 3% tann 1. okt. 2008 og 3% tann 1. okt. 2009.

Nýggju lønartalvurnar fyri AKF-sáttmálan byggja á ein felags grundlønarstiga fyri allar útbúgvingarnar í hesum lønargeiranum umframt eina førleikaløn á ávikavist 8 % fyri Bachelor-stigið, 16 % fyri Cand. phil.-stigið og 20 % fyri Master-stigið. Eftirlønargjaldið er 16 % av allari lønini.

Í nýggju AKF-lønartalvunum eru nevndar 7 viðbøtur (fyri deildarleiðarar, Ph.D.-førleika v.m.). Harumframt gevur sáttmálin møguleika fyri einari serligari viðbót eftir §22, stk.2.

Av tí at nýggju lønartalvurnar eru øðrvísi enn tær gomlu talvurnar hjá teimum einstøku limafeløgunum, hava AKF og Lønardeildin gjøgnumgingið viðurskiftini í samband við flyting av fólki yvir í nýggju lønartalvurnar. Gomlu lønartalvurnar høvdu ymiskar minstuviðbøtur, ið vórðu lagdar afturat grundlønini. Hesar viðbøtur eru nú íroknaðar í nýggju lønartalvurar í AKF sáttmálanum. Viðbøtur omanfyri tær her nevndu eru skiftar út við nýggjar viðbøtur (sbrt. § 22, stk. 2) sum tryggja eina lønarhækking samsvarandi semjuni frá 4. des. 2007. Í hesum sambandi gjørdu partarnir eitt yvirlit, sum vísir prosentvísa meirvirðið á gomlu viðbótunum í mun til vanligu endalønina. Í yvirlitinum eru eisini gjørdar onkrar serligar tillagingar. Yvirlitið er viðheft niðanfyri.

Tær nýggju § 22, stk. 2, viðbøturnar verða galdandi til 1. oktober 2010, tá sáttmálin gongur út.

Fyri at allir limir okkara skulu fáa eina lønarhækkan , sum samsvarar við semjuna frá 4. des. 2007, skal AKF mæla øllum arbeiðsgevarum, sum nýta almennu lønartalvurnar hjá AKF sum fyrimynd, til eisini at nýta viðlagda yvirlit, við serligum viðbótum, tá nýggi lønarsáttmálin verður tikin í nýtslu.

Í eini somikið stórari umlegging av sáttmálaviðurskiftunum, sum nýggi AKF sáttmálin við Fíggjarmálaráðið er, kunnu mistøk av óvart verða framd. Heitt verður tí á limirnar um at eftirkanna síni viðurskifti og at gera vart við møgulig mistøk áðrenn 1. mars 2009.

Blíðar heilsanir,
Nevndin í Akademikarafelag Føroya