Vit fara til gongu kl. 10:00 frá brúnni við Sandá.
Túrurin væntast at vara umleið 3-4 tímar.
Bussur koyrur til Havnar eftir túrin, og tá verður eisini høvið at hittast til okkurt leskandi í hølum felagsins í Tvørgøtu 3.
Tiltakið er ókeypis fyri limir í Magistarafelagnum, og ein súmbolsk upphædd á 100kr verður kravd fyri vaksin, ið hava hug at koma við (familja o.a.) og sum ikki eru limir í magistarafelagnum.
Fyri limir ið ikki hava hug, ella eru illa gongd/ir, verður høvið at taka ein buss til Kirkjubøar og fáa túrin í Kirkjubø og máltíðina við eisini. Um so er, vinarliga sig okkum frá í tilmeldingini.
Melda til á magistarin@magistarin.fo í seinasta lagi 25 apríl
Vinarliga
Nevndin