07. oktober 2008

Eykaaðalfundur 25. oktober

Innkalling til eykaaðalfund í Magistarafelag Føroya 25. oktober 2008 kl. 18 á Føroya Læraraskúla í Havn

Sum limunum kunnugt, hevur nevndin í Magistarafelagnum síðani ársskiftið arbeitt ítøkiliga saman við 3 øðrum feløgum (Verkfrøðingafelagnum, Arkitektafelagnum og Byggifrøðingafelagnum) um at fyrireika stovnan av einum yvirskipaðum felagsskapi (eini “paraplyorganisasjón”) at røkja okkara fakfelagsáhugamál; sí nærri í hjálagda faldara um Akademikarafelag Føroya (AKF) undir stovnan.

Nevndin í Magistarafelag Føroya er samd um, at stovnanin og limaskapurin í Akademikarafelag Føroya (AKF) hevur so stóran týdning fyri felagið, at avgerðin eigur at verða endaliga staðfest við eini samtykt á eykaaðalfundi.

Við hesum verður, sbrt. § 4 í viðtøkum felagsins, boðað til eykaaðalfundar á Føroya Læraraskúla tann 25. oktober 2008 kl. 18. Fundurin verður í eini av skúlastovunum, nærri lýst á staðnum.

Skrá:

1. Uppskot til samtyktar um stovnan og limaskap í Akademikarafelag Føroya (AKF)

2. Ymiskt: – Tilnevning av 1 nevndarlimi og 1 varalimi til nevndina í Akademikarafelag Føroya (AKF).

Nevndin.