Skráin fyri aðalfund Magistarafelagsins
Kl. 15 á Panorama – Hotel Hafnia
Skráin verður sambært viðtøkum felagsins:
Val av fundarstjóra og skrivara
Frágreiðing frá nevndini
Framløga av grannskoðaðum roknskapi
Áseting av limagjaldi
Val av nevndarlimum og tiltakslimum
Val av umboðum í AKF-nevndina
Innkomin mál
Ymist
Til kunningar ætlar nevndin at leggja fram uppskot um at hækka limagjaldið.
Undir ymist er ætlanin at viðgera komandi sáttmálasamráðingar. Uppskot frá limunum um hvat vit skulu leggja dent á eru vælkomin.
Skráin fyri aðalfund Akademikarafelagsins
Kl. 17 á Parnassinum – Hotel Hafnia
Skráin verður sambært viðtøkum felagsins:
Val av fundarstjóra og skrivara
Frágreiðing um virksemi felagsins í farna skeiði
Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
Ásetan av limagjaldi
Viðgerð av innkomnum málum, uppskotum og viðtøkubroytingum
Fráboðan frá nevndunum í limafeløgunum um tilnevning av nevndarlimum í AKF
Val av formanni fyri 2 ár
Val av grannskoðara
Ymist
Nevndin heitir á limirnar um at møta fjølment.