13. mai 2009

Aðalfundur Magistarafelagsins

Fríggjadagin 29. mai kl. 16 verður aðalfundur Magistarafelagsins hildin á Tingshúsvegi nr. 15.

Fundurin verður hildin í hesum húsunum á Tinghúsvegi 15

Skráin verður sambært viðtøkum felagsins:

1. Val av fundarstjóra og skrivara
2. Frágreiðing frá nevndini
3. Framløga av grannskoðaðnum roknskapi
4. Áseting av limagjaldi
5. Val av nevndarlimum og tiltakslimum
6. Innkomin mál
7. Ymiskt

Samstundis verður mint á aðalfundin hjá Akademikarafelagnum, sum verður kl. 18 sama dag á Hotel Hafnia.

Nevndin