Skráin verður hendan sambært viðtøkum felagsins:
- Val av fundarstjóra og skrivara
- Frágreiðing um virkseni felagsins í farna skeiði
- Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
- Ásetan av limagjaldi
- Viðgerð av inkomnum málum, uppskotum og viðtøkubroytingum
- Fráboðan frá nevndunum í limafeløgunum um tilnevning av nevndarlimum og eykalimum í AKF (annaðhvørt ár)
- Val av formanni og næstformanni fyri eitt ár. Fyri formannin er hetta galdandi frá aðalfundinum 2024, fyri næstformannin frá aðalfundinum 2023
- Val av grannskoðara
- Ymiskt
Boða frá luttøku á skrivstova@akf.fo áðrenn klokkan 12.00 mikudagin 1. mai, so vit vita, hvussu nógv koma.
Nevndin í AKF.