27. januar 2025
Aðalfundurin verður leygardagin 22. februar, kl. 16 á Hotel Tórshavn. Eftir fundin verður árliga AKF veitslan í SILO.
Skrá sambært viðtøkum felagsins:
1. Val av fundarstjóra og skrivara
2. Frágreiðing frá nevndini
3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi
4. Áseting av limagjaldi
5. Val av nevndarlimi og tiltakslimi
6. Innkomin mál
7. Ymiskt
Mál til fundin skulu vera nevndini í hendi eina viku áðrenn aðalfundin.
Eftir aðalfundin verður veitslan í SILO, har hini feløgini í AKF eisini vera við. Eins og undanfarin ár verður borðreitt við góðum mati og drekka, onkur tónleika innsløg vera, og eftir borhaldið fer dj at diska við góðum tónleiki :)
Tey, ið ynskja at luttaka á fundinum verða biðin um at boða frá seinast 14. februar á skrivstova@magistarin.fo. Tey, ið ynskja at luttaka til borðhaldið, verða somuleiðis biðin um at boða frá seinast 14. februar.
Nevndin