03. august 2010

almennur fyrilestur um lívfrøðiligt og mentanarligt fjølbroytni

Mikudag 4. august kl. 19:30 – 21:30
Stað: framsýnigarhølinum hjá Náttúrugripasavninum á Debesartrøð
Sum partur av fyrilestrarøðini um biodiversitet 2010, skipar Føroya Fróðskaparfelag, Lívfrøðingafelagið og Náttúrgripasavnið fyri fyrilestri um lívfrøðiligt og mentanarligt fjølbroytni. Tað er heimskendi norski antropologurin, Thomas Hylland Eriksen, ið kemur at greiða frá hesum.

Eisini kemur Janus Hansen, lívfrøðingur og ph.d lesandi at tosa um verju av føroysku náttúruni.

Tiltakið er ókeypis, og er tann 4. august, klokkan 19.30 …